
Grein í Sosialinum 3. februar 2022.
Enskur trúboðarasonur í Congo váttar avrikið hjá Dollanu
Undan jólum høvdu vit eina grein um, hvussu avrikið hjá Dollanum, Daniel J. Danielsen, er við at koma í søguna hjá teimum londum, sum eina mest vara av hesi søgu, sum Belgia og Bretland.
Um ársskiftið kom út í Bretlandi bókin ”Mission Impossible?”, sum í høvuðsheitum er um kristindóm og virksemið hjá trúboðarum í Congo. Heitið á bókini vísir til tær avbjóðingar, sum vóru við trúboðan í Congo.
Føroyar eiga eisini sín leiklut her við Dollan, sum fór til Congo sum trúboðari í 1901, og sum í 1903 í Bretlandi byrjaði ta herferð móti stýrinum hjá belgiska konginum Leopold 2., sum endaði við, at kongurin mátti lata Congo frá sær.
Tað, sum er skrivað um leiklutin hjá Dollanum í hesum máli, vekir framvegis størri og størri ans úti í heimi.
Høvundurin av nevndu bók er Reginald Hall, sum hevur eitt serligt tilknýti til Congo.
Hann er føddur í 1939 í Congo sum trúboðarasonur. Foreldrini hjá honum virkaðu fyri sama missiónsfelag
sum Dollin, nevniliga Congo Balolo Mission, stuttnevnt CBM. Tey komu í 1924 til Ikau, sum var granni hjá missiónsstøðini í Bonginda, har Dollin virkaði sum skipari og maskinmeistari á báti hjá missiónini.
Hann kom tískil javnan til Ikau. Reginald fekk afrikanska navnið Kongo, og fyrsta mál, hann tosaði, var Lomongo, sama málið, sum Dollin nýtti millum síni fólk.
Reginald fór við foreldrunum aftur til Bretlands Har fór hann at lesa til lækna. Hann kom eitt skifti aftur til sama økið í Congo at arbeiða sum lækni. Seinni er hann blivin serfrøðingur í urologi og krabbameini. Serliga innan krabbamein hevur hann gjørt eitt stórt arbeiði. Hann virkar framvegis sjálvboðin innan hetta økið.
Reginald hevur framvegis stóran áhuga fyri Congo. Hann hevði leingi ætlað sær at skriva ein bók um kristindóm og leiklutin hjá trúboðarum í landinum. Men tað var eitt hol í hansara vitan um leiklutin hjá trúboðarum mótvegis harðræðinum hjá belgiarum móti fólkinum. Men hesa vitan fekk hann við tí, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hetta mál. Hann fekk alt tað tilfar frá honum, sum var tøkt. Hetta gav íblástur til at gera egnar kanningar, so nú var bara at fara í holt við at skriva. Og nú liggur úrslitið á borðinum.
Bókin er 236 síður, og hon er rættiliga umfatandi. Grundarlagið er søgan hjá Congo Balolo Mission frá tí, hon var stovnað í 1889.
Henda søgan hevur tað beinleiðis samband til Føroya, at Dollin arbeiddi fyri hetta missiónsfelagið, sum í 1904 rindaði ferðina hjá Dollanum til Føroya, her hann virkaði til hann doyði í 1916.
Íblásturin kom úr Føroyum
Reginald hevur framvegis stóran áhuga fyri Congo.
Hann hevði leingi ætlað sær at skriva ein bók um kristindóm og leiklutin hjá trúboðarum í landinum. Men
tað var eitt hol í hansara vitan um leiklutin hjá trúboðarum mótvegis harðræðinum hjá belgiarum móti fólkinum.
Men hesa vitan fekk hann við tí, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um hetta mál. Hann fekk alt tað tilfar frá honum, sum var tøkt. Hetta gav íblástur til at gera egnar kanningar, so nú var bara at fara í holt við at skriva. Og nú liggur úrslitið á borðinum. Bókin er 236 síður, og hon er rættiliga umfatandi. Grundarlagið er søgan hjá Congo Balolo Mission frá tí, hon var stovnað í 1889.
Henda søgan hevur tað beinleiðis samband til Føroya, at Dollin arbeiddi fyri hetta missiónsfelagið, sum í 1904 rindaði ferðina hjá Dollanum til Føroya, her hann virkaði til hann doyði í 1916. Ein stórur partur av
bókini er frásagnir frá trúboðarabørnum í Congo. Ein uppgáva við bókini kann eisini sigast at vera meting um, hvønn týdning hesir trúboðarar í sínum virksemi høvdu fyri umstøðurnar hjá fólkinum.
Dollin breyt tøgnina
Tann drúgvasti kapitulin í bókini kallast “The silence of the Missionaries”, t.v.s.
“tøgnin hjá trúboðarunum”. Og tað er serliga her, at Føroyar koma inn í myndina. Størsta atfinningin móti trúboðarum var, at teir vóru kvirrir mótvegis myndugleikunum um tann yvirgang, sum varð framdur móti fólkinum.
Tað vóru tó einstakir trúboðarar, sum sendu brøv heim um støðuna, men tað hendi einki meira. Grundgevingin fyri tøgnina var, at trúboðararnir við at finnast at myndugleikunum kundu minka um vælvildina hjá stjórnini mótvegis teimum. Hetta kundi skapa trupulleikar fyri teirra virksemi sum trúboðarar. Reginald staðfestir, at henda tøgn vardi fram til november 2003. Tá varð hon brotin. Tað var tó ikki av missiónini sjálvari, men av einum trúboðara, nevniliga okkara Daniel J. Danielsen. Og so endurgevur Reginald søguna hjá Dollanum, soleiðis sum tað er greitt frá henni í greinum og bókum
her heima.
Reginald staðfestir nevniliga, at Dollin var tann fyrsti, sum hevði almennar fyrilestrar í Bretlandi um støðuna hjá fólkinum í Congo. Hetta varð gjørt við egnum myndum millum
annað av fólki við avkvettum hondum. Slíkar myndir kundi rættuliga fáa fólk á
gos. Hervið er í hesi bók fingin enn ein váttan um, at tað var Dollin, sum setti gongd á uppgerðina við ræðustýrið í Congo.
Tá ið aðrir trúboðarar og missiónin sóu, at hetta var ein “góð søk” við undirtøku frá fólki, vóru teir skjótir at gerast partur av
hesi kunning. Nógvir teirra gjørdu eisini eitt gott arbeiði, men tað var aftaná, at Dollin hevði sett eld í..
Úrslitið var stovnan av Congo Reform Association, stuttnevnt CRA í mars 1904, har CBM og teirra trúboðarar vóru ein týðandi partur. Hesin felagsskapur tók yvir tað fundarvirksemið, sum var byrjað av Dollanum. CRA bleiv tískil ein tann fyrsti mannarættindafelagsskapur í heiminum. Hann gjørdist eisini sera virkin í USA. Ein virkin stuðul í USA var kendi rithøvundurin Mark Twain, sum gav út ein bókling millum annað við kendastu myndunum hjá Dollanum.
Søgan um Dollan meira og meira viðurkend
Tað er áhugavert, at søgan um Dollan verður meira og meira kend og viðurkend úti í heimi. Og henda bókin “Mission Impossible?” tykist at fara at gera rættuligan mun í Bretlandi og eisini í
Belgia. Hetta er eisini takkað verið belgiarum, sum hava verið í Føroyum og tilvildarliga eru blivnir varnir við hendan partin av søguni hjá Belgia. Umvegis Føroyar eru teir eisini blivnir varir við umrøddu bók og tess søgu.
Í Danmark hevur áhugin fyri hesi søgu verið avmarkaður. Men nú er komið í samband við danskan søgufrøðing, Sine Winther, sum er við at skriva eina PHDritgerð, um danskar ríkisborgarar, sum vóru í Congo undir Leopold 2. Hon visti upprunaliga einki um Dollan. Men eftir at vera kunnað um hansara søgu og avrik, hevur hon hevur nú tikið hann við í sínum arbeiðssetningi,
eisini við tí, sum er skrivað í hesi bókini.
Tað er RUC, Roskilde Universitetscenter, sum stendur fyri hesi ritgerðini, sum verður løgd fram komandi ár. Sine samstarvar eisini við norska afrikaserfrøðingin Espen Wæhle, sum upprunaliga einki visti um Dollan.
Hann hevur, síðan henda søgan kom fram, kunnað norðmenn um hesa søgu. Men nú hava tey bæði í belgiskum skjølum funnið ábendingar um eina sak, sum belgisku myndugleikarnir reisti móti Dollan, og sum var grundað á falsan.
Hetta tilfar er heilar 45 hond- og maskinskrivaðar síður á enskum og fronskum. Men tað kom ikki meira burtur úr hesum. Hesum
kom tó einki meira burturúr. Alt hetta váttar, at Dollin meira og meira verður viðurkendur sum partur av heimssøguni.
Bókin ”Mission impossible?” kann vera av áhuga hjá øllum søguáhugaðum. Hon útgreinar størri part av
søguni hjá Congo, serliga við tí trúboðaravirksemi, sum hevur verið í landinum.
Hon kann bíleggjast hjá bókahandlinum Rit og Rák og kostar kr. 259.