Mítt Etiopia
Trúboðan – sjúkrarøkt – forfylging
Elsa Jacobsen var trúboðari í Ethopia í samfull 32 ár. Hetta var í tíðarskeiðnum 1960-1992.
Í hesum tíðarskeiðnum kom hon eisini at virka sum sjúkrasystur og trúboðari undir tí kommunistiska ræðustýrinum í Ethiopia, sum ikki gav valdið frá sær, fyrr enn í 1991.
Elsa Jacobsen var trúboðari í Ethopia í samfull 32 ár. Hetta var í tíðarskeiðnum 1960-1992. Í hesum tíðarskeiðnum kom hon eisini at virka sum sjúkrasystur og trúboðari undir tí
kommunistiska ræðustýrinum í Ethiopia, sum ikki gav valdið frá sær, fyrr enn í 1991.
________________________________________________________________________________
Dollin
Havnarmaðurin, sum broytti heimssøguna
Um næstseinasta aldarskifti var í Congo eitt satt raðustýri undirleiðslu av belgiska konginum Leopold II. Ì 1903 varð gjørd ein bresk kanning av viðurskiftunum. Hon førdi í 1904 til eina fólkarørslu, sum í 1908 noyddi Leopold kong at lata Congo frá sær sum sína persónligu ogn. Hetta er tann dramatiska søgan um havnarmannin Daniel Jacob Danielsen, Dollin, sum var í fremstu røð í hesi tilgongd, sum av røttum kann sigast at hava broytt heimssøguna. Bókin er eisini um hansara virki sum trúboðari í Føroyum 1904-1916.
________________________________________________________________________________
Petur Alberg
Maðurin, sum hav okkum lagið til tjóðsangin
Øll hava hoyrt navnið Petur Alberg, tá ið vit hoyra tjóðsangin og fáa at vita, at Petur Alberg gjørdi lagið.
Men tey eru fá, sum vita nakað um mannin. Tann 15. desember eru 125 ár liðin, síðan hann var føddur. Tað er í hesum sambandi, at henda bókin verður útgivin fyri at reisa honum ein varða.
Petur Alberg var eitt beskeðið menniskja, sum ikki gjørdi nakran háva burtur úr sær sjálvum. Men hann skrivaði nógv, og henda bók er bygd á tilfar í hansara skjalagoymslu og er stórt sæð endurgivið, sum hann skrivaði tað. Hann byrjaði longu sum 12 ára gamal í 1898 at skriva dagbók, sum á ein hugtakandi hátt lýsir lívið serliga í Havn.
Um hesa dagbók sigur Erling Olsen, fyrrverandi formaður í Fólkatinginum:
jeg er vildt imponeret af … Peturs dagbog. Han har både været en ualmindelig opmærksom dreng, som har suget en masse til sig, og så har han været i stand til at gengive sine indtryk på en sådan måde, så man tror, at det er en professionel skribent, der har lavet dagbogsoptegnelserne
Umframt eru í bókini fleiri áhugaverdar frásagnir. Ein teirra er júst søgan um, tá ið Petur sum bert 22 ára gamal gjørdi lagið til „Tú alfagra land mítt“. Eisini er søgan um onnur løg, hann hevur gjørt.
Afturat hesum er millum annað frásøgn um Ungmannafelagið í Havn, um politisku kreppuna í 1918, tá ið donsku embætismenninir søgdu upp og um Hotel Djurhuus (Vertshúsið).
Bókin er eitt rættiligt íkast til Havnar- og Føroya søgu.
________________________________________________________________________________
Havið tók teir
Søgan um teir, sum ikki bóru boð í bý
Hetta er søgan um 20 av hesum vanlukkum og um lagnuna hjá umleið 300 av okkara landsmonnum, sum ikki bóru boð í bý. Tí kann hetta kanska eisini sigast at vera ein partur av okkara lagnusøgu.
Tær umrøddu vanlukkurnar eru hvør eftir aðra hesar:
1919: Skaðadagurin í Hesti.
1920: „Helena“, „Kristina“, „Karin“ og „Puritan“.
1924: „Anna“, „General Gordon“ og „Sjóriddarin“.
1927: „Florens“ og „Riddarin“.
1928: „Acorn“.
1930: „Ernestine“.
1931: „Queen Victoria“ og „Dora“.
1932: „Immanuel“ og „Laura“.
1934: „Nólsoy“ og „Neptun“.
1944: „Verdandi“.
1957: „Stella Argus“.
Bókin er útseld, men kann lesast í talgildari útgávu her.
________________________________________________________________________________
Dagligdagur í 19. øld
Um Lützen og Evensenættirnar
Andreas Christian Lützen varð føddur í Danmark 13. juni 1813. Í 1838 kom hann 24 ára gamal til Havnar at vera lærari og organistur.
Hann gjørdist av fremstu álitismonnum í Havn. Hann gjørdist løgtingsmaður, ríkisdagsmaður og kommunustýrisformaður í Havn, og hann fekk ein minniligan deyða í 1874, tá ið hann small niður deyður, meðan hann talaði fyri kongi, sum var komin á vitjan.
A.C. Lützen giftist við Evu Mariu í Baianstovu. Tey fingu fleiri børn, sum á ymiskum økjum komu at hava stóran týdning í Føroyum.
Ein dóttir var Anna, sum giftist við prestinum og próstinum Jens Christian Evensen.
Í 1925 varð ein bók skrivað við hennara endurminningum. Henda hondskrivaða bókin er høvuðsinnihaldið í hesi bók.
Men umframt er tilfar um A.C. Lützen sjálvan, um hansara børn og serliga um Onnu og hennara børn.
Her er talan um eitt fittligt ískoyti til søgu føroyinga.
________________________________________________________________________________
Daniel J. Danielsen and the Congo:
Missionary Campaigns and Atrocity Photographs
Óli Jacobsen makes three bold new claims for Daniel J. Danielsen (1871–1916):
* He took some of the most famous photographs of the atrocities in the Congo under the rule of King Leopold II of Belgium that were used by writers such as Mark Twain.
* He was the first to hold public meetings in the campaign which would stir the conscience of the public and force a change of regime in the Congo.
* As the first Faroese-speaking, full-time Brethren evangelist, he had a crucial role at a critical juncture in the spread of the movement within the Faroes.
A forgotten tombstone in an old island cemetery started Óli Jacobsen on his quest. Through painstaking original research, he persuasively makes a convincing case for each of the book’s central claims. It rescues Daniel J. Danielsen from the obscurity into which he had fallen and restores him to his rightful place in history. The book also paints a fascinating portrait of a man and his times, and how this ‘fearless soldier of the Lord’ campaigned tirelessly to change them.
Dr Neil Dickson, Editor of Brethren Historical Review
Bókin kann lesast her.
________________________________________________________________________________
Kjølbro
Lív og virki
J. F. Kjølbro var ikki bara fremsti føroyski vinnulívsmaður í 20. øld við virksemi bæði á sjógvi og landi; hann var eisini kommunalpolitikari, landspolitikari, virkin í brøðrasamkomuni og við til at stovna Norðoya Sparikassa og Sjóvinnubankan, og hann átti eisini ein virknan leiklut, tá ið Sjóvinnubankin skuldi endurreistast fyrst í fimmtiárunum.
Í bókini kanst tú lesa um, tá ið vinnuliga virksemi hansara byrjaði, um skip, trolarar og útróðrarbátar, um stríðið um havnarlagið, ið fekk stórar avleiðingar fyri virksemið alt, um fiskiskap og fiskaútflutning, farmasigling, handlar og onnur virki, virksemið á Skála, leiklutin hjá Kjølbro í fíggjarheiminum, undir læknastríðnum og í brøðrasamkomuni, um ættina hjá Kjølbro, um Kjølbro sum politikara og privatpersón og mangt annað. Mong teirra, ið høvdu ein týðandi leiklut í fyritøku hansara, verða eisini umrødd. Søgan um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro endar í 1967, men søgan um virkini, hann setti á stovn, helt fram og sæst aftur í vinnulívinum enn tann dag í dag.
________________________________________________________________________________
Tær bygdu land
20 kvinnusøgur um gerandislívið í 20.øld
Meðan menninir syrgdu fyri smørinum upp á breyðið, stóðu kvinnurnar við smørknívinum. Soleiðis hevur føroyska arbeiðsbýtið vanliga verið í 20. øld. Menninir vóru á arbeiðsmarknaðinum, og kvinnurnar fingu við stríði og strevi gerandisdagin at hanga saman. Gerandisdagurin hjá kvinnum er sera nógv broyttur síðstu 100 árini,
og slíkt, sum í dag tekur eitt lítið bil, kundi fyrr taka upp í ein heilan dag – ella dagar. Flestu av hesum kvinnum hava ikki fingið lut í søgubókunum, men teirra leiklutur kann ikki undirmetast. Uttan hesar ótaldugerandishetjur hevði føroyska samfelagið ikki verið tað sama í dag.
Nøkur dømi í bókini eru:
• Mathilda í Kaldbak rak eitt danskt barnaheim fyri 100 árum
síðani
• Anna fór til gongu við rossi úr Norðradali til Havnar til handils
• Mathilda á Eiði misti tveir brøður í sama skipbroti og kundi tí ikki konfirmerast í hvítum kjóla
• Johanna Mathea seymaði kjóla til drotning Ingrid
• Johanna hoyrdi ikki frá dronginum í fimm ár, eftir at hann var tikin í Russlandi
• Brynhild sá jólaskipið søkka í Fugloyarfirði
• Marin ferðaðist til gongu og við báti at koppseta føroyingar móti tuberklum
Í hesi bók verður gerandislívið í Føroyum í 20. øld lýst frá einum kvinnusjónarhorni. 20 kvinnur greiða frá sínum gerandisdegi og lívi. Hesar kvinnur eru úr stórt sæð øllum pørtum av landinum við ymiskum bakgrundum, royndum og lagnum. Kvinnurnar eru føddar frá 1890 til 1932, og hava tær allar livað í einari tíð og einum samfelagi,
sum nú er farið í søguna.
Bókin er útseld, men kann lesast í talgildari útgávu her.
________________________________________________________________________________
Njál
Ljós í skugga
Njál Djurhuus hevur havt eitt serstakt lív, heilt frá byrjan sum eingilskmannabarn undir krígnum, og til nú hann 78 ára gamal framvegis er virkin í Frelsumarherinum at hjálpa teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu.
Í bókini, ið hevur heitið ”Njál – ljós í skugga”, verður greitt frá hansara ætt og lív í Føroyum, inntil Petur Háberg skundaði undir hann at fara í evangeliskt virksemi. Hann fór 20 ára gamal til Noregs saman við konuni, Ernu, sum eisini eigur sín stóra part av teirra avriki, stendur í tíðindaskrivi um bókina.
Lívsuppgávan gjørdist at hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri í lívinum, serliga av rúsandi evnum, og at fáa tey uppundan aftur. Her eru nógvar áhugaverdar og spennandi frásagnir, hvussu tað ber til at fáa fólk aftur á beint. Eitt er fótbóltur, og ein partur av bókini kallast ”Fótbóltur ger undurverk”.
Í sínum virksemi komu hjúnini bæði í samband við ”høg og lág”. Men Njál hevur tann framúr eginleika, at fyri hann eru øll líka verd, um tað er kongur ella tann, sum býr á gøtuni. Tey bæði fingu eisini hægstu viðurkenning. Eisini vóru tey fyrstu hjún sum í Noregi fingu ”kongsins gull”.
Tískil hava tey eisini verið framúr góð umboð fyri Føroyar úti í heimi.
________________________________________________________________________________
Kristian Djurhuus
Havnarmaður, sýslumaður, tingmaður
Kristian Djurhuus (1895-1984) kann sigast at hava verið á hægstu rók í føroyska samfelagnum í 50 ár. Fyrst og fremst er Kristian kendur sum okkara næsti løgmaður aftaná heimastýrislógina. Hann var virkin í politikki í 34 ár fyri Sambandsflokkin, og av hesum vóru heili 18 ár í landsstýrinum – tað mesta nakar hevur verið.
Í hesi bók, sum er úti móti 400 síðum og við nógvum myndum, verður ikki komið longur enn til krígsbyrjanina í 1940. Tíðan fer at vísa, um tað verður hildið fram.
Bókin lýsir Kristian sum ein sakligan mann, sum dugdi væl at undirbyggja síni sjónarmið. Kristindómurin fylti eisini nógv hjá honum. Tá ið tað stóð á hjá honum, vendi hann sær til Várharra.
Samanumtikið er henda bók eitt gott ískoyti lýsingina av føroyska samfelagnum fyrra partin av 20. øld.