Mjadnabørn – eisini ein søga um umsorgan

Grace og Richard vístu mjadnasjúku børnini umsorgan og eru partur av teirra søgu.

Tað var áhugavert at síggja sendingina um mjadnabørn í KVF hósdagin í seinastu viku. Hetta var sjálvsagt hart bæði fyri børnini og teirra foreldur.

Men tað er tó ein partur av hesi søgu, at tað vóru fólk í Kalundborg, sum sjálvboðið høvdu umsorgan fyri hesum børnum.

Eg eri sjálvur føddur í Kalundborg, har henda søgan fer fram. Míni foreldur búsettust har í 1942 og vit búðu har nøkur ár. Her komu tey í eina lítla samkomu, Kristent Fællesskab. Leiðarin var Poul Madsen, kendur í Brøðrasamkomuni í Føroyum.

Í hesi samkomu í Kalundborg vóru eisini hjúnini Grace og Richard Eierdal. Her bleiv vinskapur fyri lívið millum tey og okkum í fleiri ættarlið.

Hesin vinskapur man hava gjørt sítt til, at hesi hjúnini føldu eina serliga umsorgan fyri teimum føroysku børnunum við mjadnabreki á Kysthospitalet í Kalundborg.

Børnini skuldu, sum greitt var frá í sendingini , vera innløgd í eini tvey til hálvtriðja ár, og stóran part av hesi tíðini skuldu tey liggja í seingini. Í hvussu er skuldu tey ikki seta fótin til. Hetta var hart hjá hesum børnum. Tey vóru burtur frá sínum foreldrum og annars øllum heimligum umhvørvi. Tey gloymdu føroyska málið og tosaðu bert danskt, tá ið tey komu heim aftur. Hetta var eisini hart hjá foreldrunum, sum skuldu senda síni børn, sum neyvan høvdu nátt skúlaaldur, einsamøll av landinum hesa longu tíð. Sjálvsagt kundi tey vitja síni børn, men tað varð vanliga bara gjørt eina ferð árliga.

Tað vóru enntá foreldur, sum máttu senda tvey børn til somu viðgerð. Ì hesum førinum bleiv rættuligur vinskapur millum tey og eina sjúkrasystir og mann hennara. Tey høvdu samband millum sín alt lívið.

Grace og Richard vóru sum sum omma og abbi Grace og Richard gjørdu í nógv ár ein stóran innsats at vitja hesi føroysku børn og at

taka sær av teimum. Tey lósu søgur fyri teimum, góvu teimum eitt Guds orð og tóku tey heim til hús, tá ið hetta lat seg gera. Tað er lætt at skilja, at hetta hevur havt ómetaligan stóran týdning fyri børnini í teirra longu innlegging.

Hetta minnist Jónsvein úr Sandavági, sum var partur av sendingini, væl. Hann gjørdist sum ein partur av familjuni hjá Eierdal og var javnan heima hjá teimum. Hann vitjaði tey eisini, eftir at hann var blivin vaksin, og hann var eisini til jarðarferðina hjá Grace, tá ið hon doyði nógv ár seinni. Tá spurdi ein av synunum hjá henni í skemti, um hann var eitt av teimum børnunum, sum kappaðist við teir beiggjarnar um umsorganina hjá foreldrunum! Sami vinskapur bleiv eisini millum Eierdalhjúnini og foreldrini hjá Jónsvein, eins og við onnur føroysk foreldur. Fleiri av børnunum vóru tó so smá, at tey kanska ikki minnast hetta.

Grace og Richard vóru eisini til hjálpar, tá ið foreldrini hjá hesum børnunum komu á vitjan. Einaferð kom ein mamma úr eini lítlari bygd, sum helst ongantíð fyrr hevði verið í Danmark, at vitja sítt barn í teirri trúgv, at sjúkrahúsið gav henni innivist. Hetta var ein misskiljing, og mamman kom í dýrastu neyð. Hon hevði als ikki tikið hædd fyri, at hon noyddist sjálv at útvega og gjalda innivist, so hetta var ein ring støða at koma í. Men her royndust Richard og Grace bókstaviliga sum frelsandi einglar. Tey bjóðaðu mammuni at búgva heima hjá teimum og bjargaðu harvið henni úr eina sera trupla støðu.

Marran hjá einum pápa: Fekk skeivan son Ein søga er um, hvussu illa ein pápi kundi koma fyri. Hann kom at vitja sonin, sum hann ikki hevði sæð í eitt ár. Hann varð vístur inn til ein drong, sum hann ikki kendist við. Hann segði beinanvegin, at hetta var ikki hansara sonur. Men sjúkrahúsið helt fast um sítt og gav pápanum greið boð um, at var hetta ikki hansara sonur, so var hann als ikki har. Hetta var einasti drongur á stovninum við hesum navni.

At enda byrjaði hart kroysti pápin at ivast. Børn kundu jú broytast so nógv eftir einum ári!

Pápin búði hjá Grace og Richard, sum royndu at stuðla honum. Hann fekk eina ringa nátt orsakað av hesi støðuni. Men morgunin eftir mátti sjúkrahúsið ásanna, at har høvdu tey mistikið seg, og at føroyski pápin var vístur inn til ein skeivan drong við sama navni sum hansara! Tá ið hann sá sonin. var heldur eingin ivi!

Við Kalundborg var eisini Blindainstituttið, har blind føroysk børn eisini komu. Her hendi tað sama, at tey bæði vístu somu umsorgan

Sermerkt hjún Grace og Richard vóru í Føroyum og ferðaðust í 1979. Tá vitjaðu tey fleiri av ”teirra børnum” og foreldur teirra. Tey tóku til hvussu hugtikin tey vóru av okkara landi og av tí blíðskapi, sum tey møttu.

Grace og Richard vóru, sum tað skilst, eini sermerkt hjún. Tey vóru trúgvandi fólk, og hetta vístu tey bæði í verki og í samskifti við onnur. Tey umboða eisini eitt tollyndi, sum er í samsvar við veruligan kristindóm. Tey vórðu seinni virkin limir í lítlu hvítusunnusamkomuni í Kalundborg, har annars føroyingurin Jónar Jacobsen, úr Vestmanna, er leiðari. Her var Grace organistur. Men tað forðaði ikki fyri, at hon eisini spældi orgul á møtum hjá heimamissiónini. Sjálvur vitjað eg ofta bæði Grace og Richard í Kalundborg, og varð so hjartaliga væl móttikin hvørja einastu ferð. Tað sama vóru aðrir føroyingar.

Tey bæði blivu meira enn 90 ára gomul og eru deyð fyri fleiri árum síðani. Tey fingu tríggjar synir, Henning, Mogens og Eigil, sum búgva ymsa staðni í Danmark. Tann elsti, Henning, sum býr í Hirtshals, hevur fleiri ferðir verið í Føroyum, og vit hava framvegis samband.

Fólk sum Grace og Richard fáa eingi almenn heiðursmerki, og tað høvdu tey heldur ikki roknað við. Men nú søgan um tey við mjadnabreki verður fortald, so eiga tey eisini at gerast ein partur av hesi søgu.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s