
Nú eru stórt allar greinar í røðini “Hendur, ið sleptu” í Sosialinum til skjals á heimasíðuni.
Tær eru um 230 í tali. Her er søgan aftanfyri stórt sæð allar gravsteinar í kirkjugarðinum á Svínaryggi. Tískil er henda røð umboðan fyri fólkið í Havn, sum eru fødd 1800-talinum og sum hava livað fram til fyrsta part av 1900-talinum.
Her er talan um fólk, sum hava gjørt seg galdandi á ymiskan hátt, summi meira kend enn onnur. Sum dømi kann nevnast ættin hjá teimum í Geil, Mohr ættin, Lutzen ættin, Restorff ættin, Djurhuus ættin, Danielsen ættin, Müller ættin og øll hini, sum umboða ein stóran part av søguni i Havn og í Føroyum. Eisini røkkur kirkjugarðurin langt út í heim, sum til Bretland, Canada, Suðuramerika, Congo, New Zealand og onnur lond.
Nú kanst tú so lesa henda part av føroyskari søgu hvar sum helst, nær sum helst.
Yvirlitið yvir greinarnar finnur tú her.