Óli og Njál í Nón

8. november vóru Óli og Njál í sendigini Nón í samband við nýggju bókina “Njál – ljós í skugga”. Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar soleiðis:

Søgan um Njál er um eitt tað fyrsta eingilskmannabarnið í Føroyum, sum vígdi sítt lív til at hjálpa øðrum, sum hava tað trupult

– Hann hevur verið út fyri øllum millum himmal og jørð – bæði av góðum og minni góðum, sigur Óli Jacobsen, rithøvundur, sum hevur skrivað ævisøguna um Njál Djurhuus.

Bókin, sum nevnist “Njál – ljós í skugga”, viðger Njál Djurhuus, sum er vorðin kendur fyri at hjálpa fólkum í neyð, serliga av rúsevnistrupulleikum. Hann hevur í ein mansaldur virkað fyri Frelsunarherin í Norra.

Í bókini verða nógvar søgur sagdar frá arbeiðnum hjá Njál, men farið verður eisini aftur um høvuðspersónin, og leitað verður aftur til hansara uppruna.

Njál man vera eitt av fyrstu eingilskmannabørnunum í Føroyum, og tað kundi vera hart í fyrstani. Tá ið hann einaferð spurdu ommu síni, greiðir hann frá, hvaðani hann var komin, svaraði hon, at hann var funnin aftan fyri í bilinum hjá doktor Poulsen.

– Tað hevur pínt meg alt lívið, at eg einki visti, sigur Njál Djurhuus í hesi samrøðuni.

Hoyr brotið um bókina her.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s