Óli í “Meg minnist”

cropped-oli-jacobsen.jpg

Óli Jacobsen hevur luttikið í fimm pørtum av sendingini “Meg minnist” hjá Jógvani Arge, har Óli hevur greitt frá sínum lívi. Niðanfyri er ein frágreiðing um hvønn part, og eftir hvørja frágreiðing er ein leinkja til sendingina.

Fyrsta sending

Óli Jacobsen var formaður í Fiskimannafelagnum meir enn ein mansaldur. Hann varð føddur í Danmark undir krígnum.

Pápin Vilhelm úr Tjørnustovu í Norðragøtu og mamman Malla hjá Pola Skó-makara í Havn fóru niður í 1938. Giftust í 1942, settu búgv í Kalundborg, har Óli varð føddur í 1943. Flutt varð til Keypmannahavnar og í 1950 til Føroya, sum var eitt stórt umskifti.

Óli dugdi ikki at tosa føroyskt. Fór í skúla við Gøtugjógv, og var síðani til skips nøkur ár. Var á fiskivinnu-háskúla, tók ymisk skeið í Danmark og Onglandi. Í 1966 varð hann valdur sóknarformaður í FF.
Hoyr sendingina her

Næsta sending
Óli Jacobsen vaks upp í umhvørvi, har Føroya Fiskimannafelag søga tess høvdu týdning. Frá barnsbeini hoyrdi Óli um Símun Paula Konoy og teir ungu gøtumenninar, sum fingu fiskimenn um landið at stovna felag at røkja síni áhugamál. FF kom í lag í 1911. Sáttmáli varð gjørdur í 1912 og var tann fyrsti á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Í skúlanum í Gøtu hekk ein mynd av norðagøtu-manninum Hans Jákupi Havstreym, sum júst var valdur til formann í FF, tá hann gekk burtur við “Immanuel” í 1932. Óli Jacobsen gjørdist formaður í 1971, tá hann vann á Erlendi Patursson.

Hoyr sendinga her
Triðja sending

Óli Jacobsen hevur altíð havt áhuga fyri politikki. Hann varð vaktur, tá læknastríðið var í Klaksvík. Hann var fyrst tjóðveldismaður. Fór síðani upp í javnaðarfloklkin og var eitt skifti í 1979 varamaður á tingi.

Í 1994 var Óli við í Verkamannafylkingini, sum fekk trý umboð á Løgting. Fylkingin fór í samgongu við Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Sjálvstýrisflokkin við Óla í landsstýrinum í fyrstu syftu.

Hetta var baldrut valskeið eftir bankakreppu og húsagangir. Óli heldur, at nakað fekst burturúr, men tá valskeiðið var úti, var leikluturin hjá Verkamannafylkingini úti.

Hoyr sendingina her
Fjórða sending

Fiskimannafelagið skipaði í 1999 fyri ferð til Íslands at leggja kransar við minnisvarðarnar á Reykjavíkar kirkjugarði yvir teir føroyingar, sum gingu burtur við sluppunum “Onnu” og “Acorn.”

Mong, sum vórðu faðirleys, vóru nú í ferðini við. Eftir 36 ár sum formaður í FF varð Óli Jacobsen ov stuttur á valinum í 2007. Sosialurin bað tá Óla koma at skriva um siðsøgu hvørja viku.

Óli hevur síðani lagt fleiri bøkur úr hondum um eitt nú fiskimanna- og kvinnulagnur. Ein bók er um Dollan úr Havn, sum var upphav til, at Leopold kongur 8 í Belgia noyddist at leggja frá sær fyri harðrenda viðferð av fólkinum.

Hoyr sendingina her.

Fimta sending 

Óli Jacobsen var fyrst í 70unum uppi í samráðingum um fiskikvotur, sum vórðu lutaðar út í fiski-vinnunevndunum NEAFC og ICNAF fyri eystara og vestara part av Norðuratlantshavi.

Í 1980 varð hann valdur til formann í fiskimannadeildini hjá altjóða flutningsarbeiðarafelagnum ITF. Sum limur í Ráfiskagrunninum fekk hann í 1975 serligt loyvi frá Meginfelag Útróðrarmanna at koma inn í Havnina, sum útróðrarmenn í verkfalli blokeraðu.

Nøkur ár skipaði Óli Jacobsen fyri ferðum á Eysturlandið við Norrönu. Óli var gamal drongur, tá hann giftist, 37 ára gamal. Konuna fann hann í Tinganesi.

Hoyr sendingina her.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s