Heimasíðan hjá KvF skrivar millum annað:
Í dag fyllir kendi fakfelagsmaðurin Óli Jacobsen 75 ár. Hóast tað er ferðin ikki sett niður. Nú er hann sera virkin rithøvundur.
Í Summarmorgni í morgun var samrøða við Óla Jacobsen, sum heldur dagin í barnaheiminum Tjørnustovu í Norðragøtu. Í samrøðuni verður m.a. tosað um árini sum formaður í Fiskimannafelagnum, um tíðina sum nevndarlimur í Amnesty International, um stutta tíðarskeiðið í politikki og sum landsstýrismaður og um umfatandi virksemið sum rithøvundur.
Hoyr samrøðuna sum varð gjørd tann 21. august her.