Bókaframløga: Tær bygdu land

csm_taer_bygdu_land_c6693edc47Aftaná eitt ótal av bókum um menn kemur endiliga ein bók um kvinnur. Óli Jacobsen hevur skrivað bókina, har 20 kvinnur føddar millum 1890 og 1932 greiða frá sínum lívi og gerandisdegi, sum uttan at siga ov nógv er sera ymiskur frá okkara gerandisdegi í dag.

Dømi úr bókini:
– Mathilda í Kaldbak rak eitt danskt barnaheim fyri 100 árum síðani
– Anna fór til gongu við rossi úr Norðradali til Havnar til handils
– Mathilda á Eiði misti tveir brøður í sama skipbroti og kundi tí ikki konfirmerast í hvítum kjóla
– Johanna Mathea seymaði kjóla til drotning Ingrid
– Johanna hoyrdi ikki frá dronginum í fimm ár, eftir at hann var tikin í Russlandi
– Brynhild sá jólaskipið søkka í Fugloyarfirði
– Marin ferðaðist til gongu og við báti at koppseta føroyingar móti tuberklum

Á framløguni í Miðlahúsinum fríggjadagin 3. november kl. 16 verður upplestur úr bókini, og Kvinnufelagið og høvundin siga nøkur orð. Drekkamunnur verður at fáa, og møguleiki verður at ogna sær bókina og at fáa høvundin at signera.

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s