Kjølbro í Mentanarkaféini hjá Kringvarpinum

Bókin sum Óli Jacobsen hevur skrivað um J. F. Kjølbro bleiv umtalað í Mentanarkaféini hjá Kringvarpinum mikudagin 16.12.15. Fyrst var tosað við Óla Jacobsen og síðani segði Zakaris Wang nøkur orð um bókina.
Hoyr samrøðuna við Óla Jacobsen her og hoyr Zakaris Wang ummæla bókina her.

Um bókina Kjølbro – lív og virki:Kjøbro - lív og virki
J. F. Kjølbro var ikki bara fremsti føroyski vinnulívsmaður í 20. øld við virksemi bæði á sjógvi og landi; hann var eisini kommunalpolitikari, landspolitikari, virkin í brøðrasamkomuni og við til at stovna Norðoya Sparikassa og Sjóvinnubankan, og hann átti eisini ein virknan leiklut, tá ið Sjóvinnubankin skuldi endurreistast fyrst í fimmtiárunum.
Í bókini kanst tú lesa um, tá ið vinnuliga virksemi hansara byrjaði, um skip, trolarar og útróðrarbátar, um stríðið um havnarlagið, ið fekk stórar avleiðingar fyri virksemið alt, um fiskiskap og fiskaútflutning, farmasigling, handlar og onnur virki, virksemið á Skála, leiklutin hjá Kjølbro í fíggjarheiminum, undir læknastríðnum og í brøðrasamkomuni, um ættina hjá Kjølbro, um Kjølbro sum politikara og privatpersón og mangt annað. Mong teirra, ið høvdu ein týðandi leiklut í fyritøku hansara, verða eisini umrødd. Søgan um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro endar í 1967, men søgan um virkini, hann setti á stovn, helt fram og sæst aftur í vinnulívinum enn tann dag í dag.

 

Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s