
Eftir at vera farin úr politikki skrivaði Kristian Djurhuus niður sína hendingaríku lívssøgu. Til samans skrivaði hann einar 2.000 síður, sum í sær sjálvum vísir hansara nærlagda lyndi, og lýsir hann hegnisliga millum annað:
Bretsku hersetingina
Fólkaatkvøðuna í 1946
Heimastýrislógina
Sjóvinnubankan
Verkføll
Klaksvíksstríðið
Kristian greiðir somuleiðis frá skemtiligum hendingum so sum, tá Rikard Long undir eini samráðingarferð í Danmark bleiv tikin fyri at vera tukthúsfangi, og tá Kristian og Petur Mohr Dam endaðu at sova í somu song.
Hetta er seinna bókin í verkinum.
Bókin kostar 275 kr. í bókahandlunum.